Vága kommuna: Skattalætti og størri barnafrádráttur

Vága kommuna: Skattalætti og størri barnafrádráttur
Kommunan hevur hægsta kommunuskattaprosent í landinum, og barnafrádrátturin liggur undir miðal
Bjarni Prior er borgarstjóri í Vága kommunu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2022 - 12:00

Ert tú borgari í Vága kommunu, kanst tú gleðast um, at tú næsta ár skal gjalda minni í skatti, og at barnafrádrátturin hækkar.

Býráðið hevur einmælt samtykt at lækka skattin 0,25 prosentstig, úr 22 niður í 21,75 prosent. Eisini hækkar barnafrádrátturin 1.000 kr., úr 5.500 kr. upp í 6.500 kr. 

Vága Kommuna hevur hægsta kommunuskattaprosent í landinum, og barnafrádrátturin liggur undir miðal hjá kommununum. 

Sambært Bjarna Prior, borgarstjóra, er tað serliga byggingin av skúlanum á Giljanesi, ið er orsøkin til skattatrýstið.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

24112022_Bjarni_Prior

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860