Kringvarpið sendir tvær valsendingar úr Norðurlandahúsinum samstundis

bannari
Kringvarpið sendir tvær valsendingar úr Norðurlandahúsinum samstundis
Meðan sjónvarpið sendir ta vanligu valsendingina valkvøldið, so verður "Tann ordiliga valsendingin" send í útvarpinum og stroymd á heimasíðuni hjá Kringvarpinum valkvøldið
Finnur Koba, Kári Sólstein, Tróndur Vatnhamar og Sámal Matras fara at senda Ta ordiligu valsendingina í bæði útvarpinum og á kvf.fo
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.12.2022 - 22:30

Effektivt ella ei. Valkvøldið fær kringvarpsgjaldarin høvið at síggja og hoyra tvær valsendingar samstundis. 

Tann stóra valsendingin hjá Kringvarpi Føroya verður sum vant send í sjónvarpinum, har John Johannessen leiðir kvøldið saman við Doris Bjarkhamar, stjórnmálafrøðingi, ið er viðmerkjari. Aftur at sær hava tey Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum gera forsagnir.

Sum nakað nýtt, so halda flokkarnir til í Norðurlandahúsinum, og har er Elin Winther Poulsen vertur og Jóannes Hansen viðmerkjari.

 

Sólstein, Vatnhamar, Koba og Matras

Útvarpið sendir eisini frá valinum.

Kári Sólstein og Tróndur Vatnhamar eru høvuðsvertir, eins og teir vóru til fólkatingsvalið í heyst.

Aftur at teimum vera Finnur Koba og Sámal Matras, sum fara at greina og viðmerkja hagtølini, so hvørt tey koma inn.

Eitt innslag um ta ordiligu valsendingina bleiv gjørt í sambandi við fólkatingsvalið 31. oktober:

221031_DV_VATNHAMAR_SOLSTEIN

 

Fara at kappast

Sum skilst ætla báðar redaktiónirnar at kappast um at vera fyrst at kunngera innkomnu tølini og at fáa viðmerkingar frá nývaldum og falnum løgtingslimum.

At hjálpa teimum vera reportarar frá ungdómsredaktiónini BIIT.fo í Norðurlandahúsinum, sum er karmur um valkvøldið hesa ferð.

Útvarpssendingin "Tann ordiliga valsendingin" verður filmað og stroymd á netinum.

 

Hvat: Tann ordiliga valsendingin
Hvar: í útvarpinum og á KvF.fo
Nær: Hóskvøldið 8. desember kl. 18.17

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809