Mette Frederiksen: Tit verða bilsin

Mette Frederiksen: Tit verða bilsin
Sosialdemokratarnir, Vinstri og Moderati flokkurin kunngera samgonguskjalið klokkan 11
Her verður seinasta hond løgd á samgonguskjalið millum Sosialdemokratarnar, Vinstra og Moderata flokkin, sum mynda nýggju stjórnina í Danmark.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.12.2022 - 10:39

Í gjárkvøldið var greitt, at Sosialdemokratarnir, Vinstri og Moderati flokkurin skipa nýggja stjórn í Danmark.

Samgongutingingarnar hava verið óvanliga drúgvar hesa ferð, tilsamans 42 samdøgur. Men í gjárkvøldið kundi Mette Frederiksen, virkandi forætisráðharri, at tað hevur eydnast at skipa nýggja stjórn. 

- Eg eri errin av nýggja samgonguskjalinum, sigur Mette Frederiksen.

Hon sigur, at í summum førum eru samgonguskjalið blátt, og í øðrum førum er tað reytt.

- Tað eru nógv viðurskifti, har tit øll verða bilsin, segði Mette Frederiksen við tíðindafólk á Christiansborg í morgun, áðrenn hon fór á Marienborg, har samgonguskjalið verður lagt fram. Síðani verður tíðindafundur.

Bæði Vinstri og Moderati flokkurin hava undir samgongusamráðingunum slept kravinum um, at advokatar skulu meta um handfaringina hjá Mette Frederiksen av minkamálinum. Tað kravdu báðir flokkarnir annars undir valstríðnum. 

Afturfyri fáa flokkarnir stóra ávirkan á búskaparpolitikkin, og talan verður um at lækka skattin, eisini hjá teimum, sum forvinna mest, skriva danskir miðlar í morgun. 

Fylg við tíðindafundinum á Marienborg her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392