Kyiv er ársins orð í Danmark

Kyiv er ársins orð í Danmark
Onnur uppskot vóru "energikrise" og "inflation"
Kyiv er ársins orð í Danmark. Henda myndin er tikin í ukrainska høvuðsstaðum í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
16.12.2022 - 15:39

Danir hava valt ársins orð, og í ár er tað Kyiv.

Tað er P1 hjá Danmarks Radio, sum skipar fyri ársins orði, og hesa ferð komu 295 uppskot inn.

Nøkur av orðunum, sum vóru í finaluni vóru "energikrise" (altso orkukreppa), "inflation" og "migrantarbeiðari."

Í Noregi var Kyiv eisini við heilt frammi, og bleiv nummar fimm á listanum. Ársins orð í Noregi bleiv "krympflasjon."

Orðið er sett saman av at krympa og so inflatión, og merkir sostatt ein vøra, sum er blivin minni í vekt ella vavi, men varðveitir sín søluprís.

Í Føroyum valdu vit sum kunnugt "stuttflutt" til ársins orð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221