Sement-luttakari sleppur at spæla á SPOT-festivalinum

Sement-luttakari sleppur at spæla á SPOT-festivalinum
Høvuðsvinningurin í Sement-tónleikakappingini er møguleikin at sleppa at spæla á kenda SPOT-festivalinum í Aarhus, ið er ein góð lopfjøl út á altjóða tónleikapallin
Marius DC vann Sement í ár. Næsta ár sleppur onkur av Sement-luttakarunum at spæla á SPOT-festivalium
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2022 - 13:33

"Hetta er stórt."

So avgjørdur er Hergeir Staksberg, samskipari av tónleikakappingini Sement, nú tað er greitt, at onkur Sement-luttakari sleppur at spæla á SPOT-festivalinum í Aarhus 2022. 

SPOT-festivalurin er størsti sokallaði showcase-festivalurin í Danmark, tað vil siga ein bransjufestivalur, og eitt nú bleiv okkara egni Teitur Lassen í síni tíð uppdagaður á SPOT-festivalinum. 

"Vit hava allatíðina havt eitt ynski um at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og SPOT-festivalurin er tað perfekta amboðið til tað," leggur Hergeir Staksberg afturat. 


RSP (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í samstarvið við FMX

Samstarvið millum Sement og SPOT er komið í lag við hjálp frá føroysku tónleikaútflutningsstovuni, Faroese Music Export (FMX). 

Og Glenn Larsen, leiðari fyri FMX, er samdur við Hergeiri Staksberg, at luttøkan á SPOT-festivalinum kann vera ein lopfjøl hjá Sement-vinnaranum út á altjóða tónleikamarknaðin. 

"Hetta er eitt spennandi samstarv, sum eisini ger, at Sement meira viðkomandi fyri føroyskar tónleikarar enn nakrantíð áður. Tað er ofta á Sement, at vit síggja framtíðina innan føroyskan tónleik," sigur Glenn Larsen.


Impartial (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

SPOT fegnast um samstarvið

Gunnar K. Madsen er skrivstovuleiðari hjá SPOT, og hann fegnast eisini um samstarvið við Sement. 

"Tað er ein long siðvenja fyri samstarvi millum SPOT og føroyska tónleikalívið. Ein rúgva av framúrskarandi føroyskum tónleikarum hava spælt á SPOT og vunnið sær eina stóra áskoðarafjøld á SPOT, eins og fleiri føroyskir tónleikarar eisini hava brúkt SPOT sum eina lopfjøl víðari út í heimin," sigur Gunnar K. Madsen frá SPOT. 

SPOT-festivalurin er í Aarhuus 5. og 6. mai í Aarhus.

Føroyskir tónleikabólkar kunnu longu nú melda seg til Sement á heimasíðuni hjá Tórsgøtu


Sway (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fostrað sterk nøvn

Sement hevur verið fyriskipað síðani 2010, og hevur síðani byrjanina fostrað nøkur av sterkastu nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, eitt nú Hamferð, Guðrun & Bartal, Konni Kass, Jasmin og Tamaru, sum øll hava vunnið kappingina. 

Sement 2022

Frítekst tagging: 

Sement vinnarar:
2022: Marius DC
2021: Joe & The Shitboys
2020: Tamara
2019: Reality Bites
2018: Fróði Bjarnason
2017: Jasmin
2016: Blusette
2015: Konni Kass
2014: Lyon and The Color Storm
2013: The Absent Silver King
2012: Sleepless Ghosts
2011: Guðrun & Bartal
2010: Hamferð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114