Kanska elsta málið í rættarskipanini fyri aftur í Føroya rætti hósdagin

Kanska elsta málið í rættarskipanini fyri aftur í Føroya rætti hósdagin
Eitt rættarmál millum reiðaríið Thor og BankNordik og Fiskimálaráðið, ið byrjaði í 2014, er aftur á rættarlistanum hjá Føroya rætti hósdagin
Træta um fiskiloyvið hjá djúpvatnstrolaranum Phoenix kemur fyri í Føroya rætti hósdagin
 
17.01.2023 - 09:03

Eitt tað elsta málið, kanska tað elsta, í rættarskipanini er aftur á listanum hjá Føroya rætti hósdagin.

Málið byrjaði í 2014.

Reiðaríið Thor og BankNordik hava stevnt Fiskimálaráðnum, tí eitt skip hjá Thor ikki fekk eitt royndarloyvi at fiska stinglaks.

 

Djúpvatnstrolarin Phoenix

Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran Phoenix (Fønix) á tvingsilssølu 25.november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Phoenix hevði saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks, áðrenn hann fór á tvang.

Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði.

 

Krav um endurgjald

Í bankanum og í Thor hildu tey eisini, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks. 

Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks. 

Tí vilja Thor og BankNordik hava endurgjald frá Fiskimálaráðnum og hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at avgerðin um at strika royndarloyvið er ógildug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162