Svensk vitjan avlýst

Svensk vitjan avlýst
Ætlaða vitjanin hjá svenska verjumálaráðharran, Pål Jonson, í Turkalandi tann 27. januar, er avlýst. Tað veit AP-tíðindastovan frá turkisku stjórnini.
Svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson
Mynd: Stella Pictures  
 
21.01.2023 - 12:48

Turkiski verjumálaráðharrin sigur sambært norska kringvarpið, NRK, at orsøkin til avlýsingina eru anti-turkiskar mótmælisgongur í Svøríki.

Fundurin millum svenska og turkiska verjumálaráðharran skuldi annars vera tann fyrsti millum ráðharrar úr londunum báðum eftir diplomatisku kreppuna, sum kom í kjalarvørrinum av, at ein Erdogan-dukka varð hongd upp eftir høvdinum undir einum mótmælistiltaki í Stockholm.

Roknað verður við mótmælisgongum í Stockholm í dag í sambandi við, at Svøríki hevur søkt um limaskap í NATO.

Tað er henda umsóknin, ið hevur elvt til ósemjurnar millum Svøríki og Turkaland, sum longu er við í NATO og hevur sýtingarrætt har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083