Eitt línuskip og eitt minni ísfiskalínuskip eru til fiskiskap

Eitt línuskip og eitt minni ísfiskalínuskip eru til fiskiskap
Níggju frystilínuskipini eru til fiskiskap og øll fiska í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í íslendskum sjógvi.
 
22.01.2023 - 14:59

Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.  

Fiskamarknaðurin væntar ikki nógvan útróður í næstu viku, tí streymurin er harður fyrst í vikuni, men batnar seinni í vikuni - tó verður umleypandi veður. Størru útróðrarbátarnir gera tó helst onkran túr, og teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu.

Hjá partrolarum eru flestu pørini til fiskiskap. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Tað er smáligt fiskarí, men okkurt gott hálið er inn ímillum, skrivar Fiskamarknaðurin.

Eingin trolbátur er úti, tí veðrið verður sera skiftandi, so tað er ivasamt, nær teir fara út. Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.

Eitt fiskar havtasku, og hjá tí er fiskiskapurin smáligur, skrivar Fiskamarknaðurin í meting síni fyri næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341