Pólland kann senda týskar stríðsvognar til Ukraina

Pólland kann senda týskar stríðsvognar til Ukraina
Týskland hevur higartil drálað við avgerðini
Týskland fer ikki at forða fyri, at Pólland sendir týskt-framleiddar stríðsvognar til Ukraina. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
23.01.2023 - 10:25

Týskland fer ikki at leggja meinbogar í vegin, um Pólland vil lata Ukraina sínar týskt-framleiddu stríðsvognar.

Tað segði týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, í gjárkvøldið. 

Hetta eru greiðastu boðini higartil úr Týsklandi um, at landið er sinnað at veita Ukraina hjálpina, tey hava biðið um.

Ukraina hevur leingi biðið um at fáa tungar stríðsvognar fyri at venda krígsgongdini, men tann stuðulin er ikki komin enn.

 

Annalena Baerbock er uttanríkisráðharri í Týsklandi.

 

Týskland skal geva loyvi

Flestu NATO-londini í Evropa hava týskt-framleiddar stríðsvognar, og fleiri teirra vilja veita Ukraina stríðsvognarnar, men loyvi krevst frá Týsklandi til tess.

Higartil hevur Týskland drálað við at taka hesa avgerð.

Pólland hevur funnist hvassliga at Týsklandi fyri at drýggja avgerðina um stríðsvognarnar. Og spurd beinleiðis í fronskum sjónvarpi, hvat hendir, um Pólland fer at veita Ukraina týsku stríðsvognarnar uttan samtykki frá Týsklandi, svararði Annalena Baerbock, at enn er spurningurin ikki komin, men um tey verða spurd, fara tey ikki at seta seg ímóti tí.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028