Nýggir bilar hjá landinum skulu vera el-bilar

Nýggir bilar hjá landinum skulu vera el-bilar
Rundskrivið um innkeypspolitikkin kemur í gildi 1. februar.
Kravið um el-bilar er liður í grøna orkuskiftinum, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.01.2023 - 13:32

Almennir stovnar skulu í høvuðsheitum keypa el-bilar, tá teir keypa nýggjan bil í framtíðini.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum fer at senda út rundskriv til almennar stovnar um innkeypspolitikkin.

Hon sigur, at hetta er liður í grøna orkuskiftinum.

 

Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Broytingin kemur í gildi um eina viku, frá 1. februar.

Landið eigur í løtuni umleið 325 akfør, og avgerðin fer at hava meirkostnað við sær hjá stovnum, sum ætla at keypa nýggjar bilar, ásannar landsstýriskvinnan.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25012023_Ruth_og_el-bilar

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860