Mótmælisfólk í Nólsoy eru framvegis skuldsett

Mótmælisfólk í Nólsoy eru framvegis skuldsett
Innsiglingin til ferjuleguna var avbyrgd, og Ternan slapp ongan veg
Ternan lá við ferjuleguna í Nólsoy í fleiri tímar, og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð. (Savnsmynd)
 
03.02.2023 - 18:00

Tey fimm fólkini, sum fyri skjótt hálvum fjórða ári síðani skipaðu fyri mótmælistiltaki við ferjuleguna hjá Ternuni í Nólsoy, eru framvegis skuldsett. 

1. september 2019 var m.a. skipað fyri, at innsiglingin til ferjuleguna var avbyrgd, so Ternan slapp ongan veg.

Spenta støðan millum nólsoyingar og skiparan á Ternuni hevði við sær, at Ternan lá við ferjuleguna í fleiri tímar, og ferðafólk sluppu hvørki í land ella umborð.

 

Trý brot

Tey fimm eru skuldsett fyri trý brot á revsilógina. 

- Tað er brot á §119, stk. 3, sum er fyri at hava forða einum persóni at útinna sína almennu tænastu- ella starvsskyldu, 

- fyri §134, A - tað er fyri í felagsskapi ella eftir sínámillum avtalu at hava luttikið í grovum ónáðum á almennum staði 

- og fyri §193 í revsilógini - tað er fyri á løgleysan hátt hava elvt til umfatandi órógv í rakstrinum av vanligum samferðslutólum. 

 

Michael Boolsen, fúti. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Málið verður framvegis viðgjørt

Revsiramman fyri brot á §119, stk.3  og §134, A eru ávíkavist sekt ella fongsil í upp til 6 mánaðir og hálvt annað ár, meðan brot á §193 kann revsast við sekt ella fongsli í upp til 6 ár.

Michael Boolsen, fúti, sum hevur málið um hendi, sigur í dag, at nakrar løgfrøðiligar kanningar eru eftir at gera í málinum.

Annað fær hann ikki sagt um málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039