Nú eru 15 kommunur á Vanganum

Nú eru 15 kommunur á Vanganum
Seks kommunur afturat koma seinni í ár
15 kommunur eru nú á Vanganum
 
04.02.2023 - 12:46

Nú eru 15 kommunur at finna á talgilda Vanganum, og níggju av teimum eru komnar á Vangan hesa vikuna.

Í teimum 15 kommununum búgva 43.300 fólk.

Tilsamans eru 29 kommunur í Føroyum, og seks aðrar kommunur hava samstarvsavtalu við Vangan og koma á Vangan seinni í ár. 

Kommunurnar veita nógvar tænastur, og tørvurin hjá teimum er oftast hin sami.

Ein av stóru fyrimununum við felags menning er, at nógv kann endurnýtast, og kommunurnar fáa sostatt stóra nyttu úr samstarvinum bæði fíggjarliga og tøkniliga, skrivar Vangin.

Møguleiki er millum annað at søkja um byggiloyvi, mentanarstuðul og flyting hjá kommunum um landið.

Málið hjá Talgildu Føroyar er, at føroyingar skulu kunna avgreiða flestu av sínum viðurskiftum við tað almenna og kommunur talgilt á Vanganum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858