Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri 25 mió. kr.

Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri 25 mió. kr.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at nýggi bygningurin, sum verður gjørdur til Rásina, verður 450 fermetrar og tekur tvífalt so nógvar næmingar, sum skúlin tekur nú
Talið av næmingum á Rásini verður tvífaldað, tá um- og útbyggingin av eftirskúlanum fyri ung við menningartarni er liðugur
Mynd: Bárður Veihe  
 
06.02.2023 - 07:37

Eftirskúlin Rásin í Saltangará skal um- og útbyggjast fyri í mesta lagi 25 mió. kr.

Uppskot um tað er sent til hoyringar.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sigur, at nýggi bygningurin, sum verður gjørdur, verður 450 fermetrar og tekur tvífalt so nógvar næmingar, sum skúlin tekur nú.

Nú er pláss fyri sjey næmingum. Næmingatalið fer upp í 14. 


Rásin soleiðis sum eftirskúlin sær út í dag 

 

Raksturin kostar 3 mió. kr.

Eftir útbyggingina fer raksturin at kosta tríggjar milliónir meira um árið. 

Frá 2019 til 2022 eru brúktar 1,65 mió. kr. til fyrireiking og projektering.

Játtaðar vóru 4,5 mió. kr. í fjør. Tær verða fluttar til í ár.

Landsverk mælir til, at 12 mió. kr. verða játtaðar í ár og 12,35 mió. kr. næsta ár.

 

Tilboð fyri ung við menningartarni

Rásin er eitt heildartilboð til ung við menningartarni, sum eru liðug við fólkaskúlan.

Eftir lokið skúlaskeið eru næmingarnir klárir at fara á serbreyt og/ella í vart arbeiði.

Tey megna at flyta heimanífrá til eitt tillagað bútilboð frá Almannaverkinum, og til at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.


 

Sí hetta innslagið, ið var gjørt til Dag og viku 8. mars 2018, um ætlaðu um- og útbyggingina av Rásini. 

20180904_RASIN_SKAL_UTBYGGJAST

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634