Skuldarmarkið: Veitingar frá landinum skulu telja við

Skuldarmarkið: Veitingar frá landinum skulu telja við
Nú telur bara persónsskatturin við, um nettoskuldin er størri enn árliga inntøkugrundarlagið hjá kommununi
Landsstýrið ætlar at broyta kommunustýrislógina.
 
08.02.2023 - 08:46

Nú skulu veitingar frá landinum telja við, tá skuldarmarkið hjá kommununum verður ásett.

Landsstýrið mælir til at broyta kommunustýrislógina.

Arbeiðsbólkurin, sum eftirmetti eldraøkið, kom við tilmæli um at áseta skuldarmarkið hjá kommunum soleiðis, at veitingar frá landinum eisini telja við.

 

Javnseta kommunur

Nú telur bara persónsskatturin við, um nettoskuldin er størri enn árliga inntøkugrundarlagið hjá kommununi. Tá soleiðis er, krevst loyvi frá landsstýrisfólkinum at taka lán.

Endamálið við uppskotinum er at dagføra og javnstilla kommunur soleiðis, at skuldarmarkið hjá kommununum verður sett í mun til inntøkugrundarlagið í kommununum.

Ætlanin er, at eftirlønarskatturin og endurgjaldið, sum kommunurnar fáa fyri DIS, FAS og aðrar frádráttir, skulu takast við, tá skuldarmarkið skal ásetast

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203