Fríkendur í máli um sex, ið krevur samtykki

Fríkendur í máli um sex, ið krevur samtykki
Ákæruvaldið fer nú at lesa dómin fyri at vita, um málið skal í Landsrættin
Føroya rættur frídømdi mannin, tí ákæruvaldið lyfti ikki próvbyrðuna
 
14.02.2023 - 13:23

Fyrsta rættarmálið um nýggju revsilógargreinina um, at sex krevur samtykki, endaði við fríkenning.

Ein 31 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið eina javnaldrandi kvinnu í Havn tann 4.juni í fjør.

Lógin um sex og samtykki kom 1.juni.

Ákæruvaldið kravdi hálvtriðja ára fongsul.

 

Lyfti ikki próvbyrðuna

Men Føroya rættur frídømdi mannin. Ákæruvaldið lyfti ikki próvbyrðuna.

Endurgjaldskravið hjá kvinnuni er 60.000 kr.

Ákæruvaldið fer nú at lesa dómin fyri at vita, um málið skal í Landsrættin.

  
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342