Sam bar við grótkastið og er farin á sleipistøð

Sam bar við grótkastið og er farin á sleipistøð
Erla Kongsdóttir røkir siglingina millum Klaksvík og Syðradal fyribils, men tekur ongar bilar
Sam bar við grótkastið á Syðradali og er tikin upp á sleipistøð í Havn. (Savnsmynd)
 
21.02.2023 - 16:00

Strandfaraskipið Sam er tikið upp á beding í Havn seinnapartin, eftir at skipið bar við grótkastið á Syðradali í morgun.

Eingi ferðafólk vóru við.

Reglurnar eru, at í slíkum føri skal skipið takast upp til kanningar. 

Pláss var ikki á Klaksvíkar sleipistøð, og tí var siglt til Havnar, har Sam seinnapartin var tikin upp á skipasmiðjuna Mest.

 

Ekkolodd-botnurin fingið skaða

Kanningar vísa, at botnurin hevur fingið tvær buklur, og at ekkolodd-botnurin hevur fingið skaða.

Eykalutir eru bílagdir, og teir koma til landið í annaðkvøld. 

Sam fer væntandi í sigling aftur hósdagin.

 

Erla Kongsdóttir røkir siglingina fyri Sam fyribils.

 

Erla Kongsdóttir siglir

Meðan Sam er á sleipistøð, røkir Erla Kongsdóttir siglingina á leið 56 millum Klaksvík og Syðradal. 

Av tí at rampan ikki er klár at taka ímóti Erlu Kongsdóttir, verða bilar ikki tiknir við, sigur Jóan Petur Abrahamsen, tøkniligur leiðari á Strandferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483