Tvey uppskot um tøkugjald á veg

Tvey uppskot um tøkugjald á veg
Sambandsflokkurin eigur annað og samgongan hitt
Tvey uppskot um tøkugjald verða løgd fyri tingið í næstum.
 
22.02.2023 - 08:31

Løgtingið fær tvey uppskot um tøkugjald hjá alivinnuni í vár.

Á fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, at flokkurin mánadagin fer at lata løgtinginum uppskotið um tøkugjald, sum undanfarna samgonga legði fram í september í fjør. Men tað datt burtur, tá boðað var frá vali.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, segði, at samgongan kemur eisini við einum uppskoti um tøkugjald.

Hon vildi ikki siga, hvat fer at standa í tí.

Hoyr Bárð á Steig Nielsen og Ruth Vang:

 

Fiskivinnuting

 

Seinasti framløgudagur í hesari tingsetuni er 7.mars.

Sambært ætlan verður seinasti tingfundur 10.mai, tá ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860