SAS hevur framvegis hall

SAS hevur framvegis hall
Fleiri ferðast, men útreiðslurnar hjá flogfelagnum eru vaksnar enn meira
4,5 milliónir fólk ferðaðust við SAS frá november 2022 til og við januar í ár.
 
24.02.2023 - 14:39

Vánaliga fíggjarliga gongdin hjá flogfelagnum SAS heldur fram.

Seinastu tríggjar mánaðirnar - frá november til januar - hevur felagið havt eitt undirskot upp á 2,7 milliardir svenskar krónur - tað svarar til 1,8 milliardir danskar.

Svenska kringvarpið, SVT, skrivar, at talið á ferðandi er vaksið, men útreiðslurnar eru øktar enn meira.

Samanborið við fyrsta ársfjóðing í fjør er talið á ferðandi økt 48 prosent, men samanberingargrundarlagið er eitt sindur svikaligt, tí fyri einum ári síðani ávirkaði koronustøðan framvegis.

Inntøkurnar hjá felagnum eru vaksnar 1,7 milliardir krónur samanborið við fyrstu tríggjar mánaðirnar í farna roknskaparári, men útreiðslurnar vuksu væl meira enn tað.

4,5 milliónir fólk ferðaðust við SAS frá november 2022 til og við januar 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672