Graslíkið á fótbóltsvøllinum í Hoyvík skal skiftast

Graslíkið á fótbóltsvøllinum í Hoyvík skal skiftast
Tórshavnar Býráð samtykti hóskvøldið at graslíkið skal skiftast, tí tað losar ov illa.
 
26.02.2023 - 11:52

Sambært málslýsingini er avleiðingin av tí, at tað flýtur við leysum kunstgrasi kring allan vøllin, og tað hevur umhvørvisligar fylgir við sær. Og av tí at vøllurin losar so illa, so er onki graslíki eftir, fleiri støð á vøllinum. Víðari sæst í málslýsingini, at eitt mál um endurgjald fer fram millum Tórshavnar Kommunu og veitaran av hesum graslíki.

Men aðrir trupulleikar eru eisini við Hoyvíksvølli. Hallið á vøllinum er ov høgt, hann er hægstur á miðjuni. Tí skal allur vøllurin - tilsamans 8556 fermetrar til víddar, javnast betur. 

Enn veit kommunan ikki, hvat hetta arbeiði fer at kosta. 

Hóskvøldið samtykti ein meiriluti í Tórshavnar Býráð at taka av einum tilboði frá Føroya Møblasølu um at keypa nýtt graslíki til vøllin. 

Í fyrstu atløgu valdi meirilutin at játta fimm milliónir krónur til arbeiðið.

Minnilutin, tey fýra umboðini hjá Tjóðveldi í býráðnum, atkvøddi blankt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485