Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Róðu seg til trý heimsmeistaraheiti
Róðu seg til trý heimsmeistaraheiti
Føroyar fingu heili trý HM-heiti í gjár, tá landsliðið í inniróðri kappaðist á 500 metrum í Toronto. Í dag er 2000 metrar á skránni
Mynd: rsf
26.02.2023 - 13:59
Føroyska landsliðið í inniróðri vann ikki minni enn fýra heimsmeistaraheiti í Toronto í gjár, tá kappast var á 500 metrum, skrivar rsf.fo.
Vár G. Hansen, sum róði í bólkinum 21-22 ár, legði hart út og vann 500 metra teinin við tíðini 1:32.0. Sára Maria Johansen endaði á triðja plássi í sama bólki við tíðini 1:34.1.
Zoe E. Dickson í 21-22 bólkinum fyri lættvekt, og hon róði seg sannførandi til heimsmeistaraheitið við tíðini 1:40.7.
Ungi og evnaríki Mattias Durhuus, sum róði í bólkinum 17-18, og við tíðini 1:18.8, sum er persónligt met, fór hann avstað við triðja føroyska heimsmeistaraheitinum.
Sarita Kristina Hansen, sum fyri kortum vann EM-heitið, kláraði akkurát ikki at leggja HM-heitið afturat. Eftir ein harðan róður endaði hon á 2. plássi í lættvektsbólkinum 23-39 ár við tíðini 1:38.6.
Elsa Magnussen róði í sama bólki og endaði á 5. plássi við tíðini 1:41.1.
Í dag rógva føroysku rógvararnir 2000 metra teinin.
Sarita Kristina Hansen endaði á 2. plássi á 500 metra teininum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. desember
LEITISSTEIN 17.12.2024 (Alternativur jólatónleikur 2024 v/Eileri Sørensen)
185259
Nýggjastu sendingar í SV