Lønardeildin bíðar eftir boðum um samráðingarleistin

Lønardeildin bíðar eftir boðum um samráðingarleistin
Samgongan ætlar millum annað at geva teimum, sum arbeiða við umsorgan, lønarlyft
Lærarafelagið var eitt fakfeløgunum, sum var farið undir samráðingar við Lønardeildina, tá løgtingsvalið var útskrivað. Í miðjuni Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2023 - 09:36

Framvegis er ógreitt, nær sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vera tiknar uppaftur.

Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sigur, at hann bíðar enn eftir boðum úr Fíggjarmálaráðnum um samráðingarleistin.

Seks fakfeløg vóru byrjað at samráðast, tá boðað var frá løgtingsvali í november. 

Samráðingarnar steðgaðu tá.

 

Fleiri fakfeløg bíða

Nú bíðar Lønardeildin eftir boðum úr Fíggjarmálaráðunum um samráðingarleistin hjá nýggju samgonguni.

Fakfeløgini, sum bíða, eru Lærarafelagið, Akademikarafelagið, lærarar á Vinnuháskúlanum, Kommunulæknafelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag og Heilsurøktarfelagið, har er Komunala arbeiðsgevarafelagið eisini við í samráðingunum. 

Samgongan ætlar millum annað at geva teimum, sum arbeiða við umsorgan, lønarlyft.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. august
Poppverturin
194202
Mánadag 18. august
Alt við tað sama, í botninum
195696
Mánadag 18. august
Morgunlestur mánadagur 18. august 2025
195624
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. august
3-2 (18. august 2025)
195726
Mánadag 18. august
Veðrið
195712
Fríggjadag 15. august
$elfie
195650
Fríggjadag 15. august
Veðrið
195642
Mikudag 13. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
195526