Formaðurin í Grindamannafelagnum: Læsið grindareiðskapin inni

Formaðurin í Grindamannafelagnum: Læsið grindareiðskapin inni
Vit mæla kommunum til at læsa grindareiðskapin av, nú grindareiðskapur er horvin í Bø og í Leynum. Tað sigur formaðurin í Grindamannafelagnum
Í Bø og í Leynum er grindareiðskapur horvin.
 
15.08.2025 - 17:42

- Læsið grindareiðskapin inni. Tað eru boðini frá Ragnari Jacobsen, sum er formaður í Grindamannafelagnum.

Í ár eru grindareiðskapur horvin í tveimum bygdum.

Í Bø hvurvu 11 mønustingarar og tveir kúluonglar, aftaná drápið í Bø 5. juli.

Og nú er eisini komið undan kavi, at fjallfólk í Kvívík fyri stuttum eru komin fram á 22 kúluonglar úr Leynum, sum vóru horvnir. Afturat hesum, vóru átta kúluonglar farnir í havið.

Tað skrivar In.fo í dag.

At grindareiðskapur ikki fær frið, ørkymlar formannin í Grindamannafelagnum.

Sea Shepherd hevur avsannað, at felagsskapurin hevði lut í hendingini í Bø, men Ragnar Jacobsen útihýsir ikki møguleikan, at umhvørvisfelagsskapir hava ein lut í hendingunum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

1758393

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541