Eysturoyartunnilin fær 40 milliónir frá landinum til raksturin í ár

Eysturoyartunnilin fær 40 milliónir frá landinum til raksturin í ár
Enn er ferðslan í tunlinum minni enn mett, og í fjør var ferðsluveðhaldið hjá landinum góðar 54 milliónr kr.
Landsstýrið væntar, at ferðslan í Eysturoyartunlinum fer at vaksa so líðandi, so veðhaldið bara verður effektivt í nøkur ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2023 - 08:34

Landið rindar fyri, at færri fólk enn roknað varð við, brúka Eysturoyartunnilin. Mett verður, at ískoytið til raksturin av tunlinum fer at kosta landinum 40 mió. kr. í ár.  

Tí enn er ferðslan í Eysturoyartunlinum minni enn mett í fíggjarætlanini hjá felagnum. 

Játtanin í 2022 til ferðsluveðhaldið var 54,1 mió kr. 

Landsstýrið væntar, at ferðslan í Eysturoyartunlinum fer at vaksa so líðandi, so veðhaldið bara verður effektivt í nøkur ár.

Roknað verður við 30 milliónum í 2024 og 15 milliónum í 25. Fyribils kostar veðhaldið tí 140 mió. kr.

 

Eisini ferðastuðul

Afturat hesum kemur ferðastuðul til teirra, sum brúka tunnilin.

Stuðulin kom í fjør við tí endamáli, at partafelagið Eystur- og Sandoyartunlar kundu lækka prísin fyri at koyra í Eysturoyartunlinum.

Sjey mió. kr. eru settar av í fíggjarlógini fyri 2023. 

Játtanin var eisini sjey mió. kr. í fjør, og uppskot er um, at játtað verður tað sama bæði í 2024 og 25.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoeuropeiska málfamiljan
186600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512