Spennandi avbjóðing á Hálsi í kvøld

Spennandi avbjóðing á Hálsi í kvøld
Spenningurin er ikki sørur fyri EM-landsdystin í manshondbólti millum Føroyar og Rumenia í kvøld. Øll atgongumerki eru seld, og Kringvarpið sendir beinleiðis í sjónvarpinum.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er við aftur eftir ein steðg orsakað av skaða í knænum.
 
08.03.2023 - 11:18

Føroyskur hondbóltur - ikki minst manshondbóltur - stendur í sínum fagrasta blóma.

Vit hava ongantíð havt so góðar spælarar og so gott landslið sum júst nú.

Tí er útselt til dystin í EM-undankappingini móti Rumenia í kvøld. 1.500 áskoðarar hava vissað sær atgongumerki til dystin, tó at hann eisini verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Fullmannaðir aftur

Elias á Skipagøtu er nú við aftur á føroyska landsliðnum. Hann mátti í fjør heyst undir skurð fyri ein skaða í knænum, men spældi nú um dagarnar ein branddyst í sínum fyrsta dysti í svenskum hondbólti, eftir at hann var farin á vøllin aftur at spæla.

Í kvøld fara vit á fyrsta sinni at síggja Elias og systkinabarnið Óla Mittún á vølli saman á føroyska A-landsliðnum.

Óli Mittún

Frítekst tagging: 
Caption: 
Óli Mittún í sínum fyrsta dysti hjá A-landsliðnum í oktober í 2022.

 

Sætti dysturin móti Rumenia

Dysturin hjá Føroyum móti Rumenia í EM-undankappingini í Havn í kvøld er tann sætti landanna millum í manshondbólti.

Vit hava lítið at reypa av um undanfarnu dystirnar. Allar hava vit tapt, og tað so ruddiliga eisini.

Úrslitini hava verið hesi:

 

Bolzano, Italia - HM-undankapping 2018 (12. januar):

Føroyar - Rumenia 20 - 28 (10-15)

 

Rumenia - EM-undankapping 2004 (18. januar);

Rumenia - Føroyar 43 - 17 (22-17)

 

Rumenia - EM-undankapping 2004 (16. januar):

Rumenia - Føroyar 41 - 19 (21-9)

 

Vestmanna - EM-undankapping 2001 (7. januar):

Føroyar - Rumenia 16 - 27 (8-15)

 

Tórshavn - EM-undankapping 2001 (5. januar):

Føroyar - Rumenia 23 - 36 (11-17)

 

Føroyar á aftasta plássi

Føroyar og Rumenia eru saman í bólki 4 í undankappingini til EM-endaspælið. Støðan í bólkinum eftir tvey leikumfør er henda:

 

Bólkur 4 (EM-undankappingin):

1. Eysturríki   4 stig

2. Rumenia   2 stig

3. Ukraina     2 stig

4. Føroyar     0 stig

 

Dystirnir higartil

12. oktober 2022:

Ukraina - Føroyar 29-25

 

13. oktober 2022:

Eysturríki - Rumenia 36-32

 

16. oktober 2022:

Føroyar - Eysturríki 28-30

Rumenia - Ukraina 34-26

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979