Ognartøkan til flogvøllin aftur í rættinum

Ognartøkan til flogvøllin aftur í rættinum
Vága floghavn vil gjalda sama fermetrarprís, sum Landsrætturin ásetti, fyri tað, sum er komið aftrat. Men hagaparturin krevur meira í endurgjaldi.
Hagaparturin hevur stevnt Vága floghavn. Talan er um okkurt um tvær milliónir krónur. (Savnsmynd)
 
31.01.2024 - 09:42

Hagaparturin Ytri Suttringur (Ytri Suðurtriðingur) og partafelagið Vága floghavn eru ikki liðug við ognartøkuna, sum var gjørd, tá flogvøllurin var longdur.

Tey skulu aftur í Føroya rætt í morgin.

Hagaparturin hevur stevnt Vága floghavn. Talan er um okkurt um tvær milliónir krónur.

 

Nú økið er endaliga matrikulerað, er tað 13.000 fermetrar størri, enn metingin segði. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

13.000 fermetrar størri

Tá ognartøkan var í 2009, var metingin, at ognartikna lendið, har sum grótið til flogvøllin var tikið, var 193.000 fermetrar.

Nú økið er endaliga matrikulerað, er tað 13.000 fermetrar størri, enn metingin segði.

Eystari landsrættur ásetti endurgjaldið í 2016.

Tað var minni enn helvtina av tí, sum hagaparturin kravdi. 

 

Krevja meira

Vága floghavn vil gjalda sama fermetrarprís, sum Landsrætturin ásetti, fyri tað, sum er komið aftrat.

Men hagaparturin krevur meira i endurgjaldi.

Og nú skal Føroya rættur skera ígjøgnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327