Amerikansk fyriskipan hóttir ísraelskar búreisingar

Amerikansk fyriskipan hóttir ísraelskar búreisingar
Joe Biden, forseti, sigur seg stúra fyri harðskapinum millum ísraelar og palestinar á Vestara áarbakka
Joe Biden, forseti, hevur skrivað undir fyriskipan, sum gevur USA møguleika at seta búskaparlig tiltøk í verk móti ísraelskum búreisingum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2024 - 09:33

Amerikanski forsetin, Joe Biden, skrivaði í gjár undir eina fyriskipan - tað, sum í USA verður rópt ein 'executive order' - sum gevur USA møguleika at seta búskaparlig tiltøk í verk móti ísraelskum búreisingum, ið eru ákærdir fyri at nýta harðskap móti palestinum.

Tøl hjá ST vísa, at síðani álopið á Ísrael 7. oktober, er talið av dagligum álopum frá búreisingum nærum tvífaldað.

USA sigur í fráboðan, at Joe Biden hevur verið greiður um, at USA stuðlar ísraelska rættinum til at verja seg sjálvt og royndunum at niðurberja Hamas, so eitt tílíkt álop ikki hendir aftur. 

 

Stúrir fyri harðskapi

Men forsetin hevur eisini sagt seg stúra fyri vaksandi harðskapinum, sum hevur verið á Vestara áarbakka seinastu fýra mánaðirnar, síðani álopið 7. oktober.

Hesin harðskapurin er ein stór hóttan móti friði, trygd og støðufesti á Vestara áarbakka og í Miðeystri, og tað er eisini ein hóttan móti uttanríkispolitiskum áhugamálum hjá USA, verður sagt í fráboðanini úr Hvítu Húsunum.

Fyriskipanin ger millum annað, at USA kann leggja hald á amerikanskar ognir hjá viðkomandi fólkum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655