Hondbóltskvinnurnar tiknar út

bannari
Hondbóltskvinnurnar tiknar út
Stór útskifting er á vongplássunum á hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal spæla undankappingardystir ímóti Luksemborg í næstum
Maria Pálsdóttir Nolsøe er ein av bakkunum í føroyska hópinum
Mynd: EHF  
 
08.02.2024 - 11:12

Stór broyting er á hondbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal spæla EM-undankappingardystir ímóti Luksemborg 28. februar og 3. mars.

Í mun til dystirnar ímóti Svøríki og Íslandi í heyst eru Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Hervør Niclasen, Inga Maria Roysdóttir og Karin Egholm nýggjar.

Tær eru komnar í hópin í staðin fyri Turið Arge Samuelsen og Brynhild Pálsdóttir.

Á hinum plássunum líkist hópurin hjá Claus Mogensen sær sjálvum.


Føroyski hópurin

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DK)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Hervør Niclasen, Neistin
Inga Maria Roysdóttir, Kyndil
Karin Egholm, H71
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, TMS Ringsted (DK)

Strikur:
Brynja Symphor Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DK)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DK)
Jana Mittún, Viborg HK (DK)
Natasja Hammer, StÍF

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425