Kyndil og Neistin á veg í finaluna

Kyndil og Neistin á veg í finaluna
Grannaliðini í Havn, Kyndil og Neistin, hava góð kort á hondini undan seinnu hálvfinalunum i steypakappingini í hondbólti eftir sigrar á ávíkavist VÍF og H71
Kyndil hevur góð kort á hondini undan seinnu hálvfinalunum hjá kvinnum
 
09.02.2024 - 09:09

Kyndil og Neistin vunnu fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini í gjár, og hava nú góð kort á hondini undan seinnu hálvfinalunum, sum verða um vikuskiftið. 

Kyndlakvinnurnar vitjaðu í Vestmanna, har tær vunnu 30-26 eftir hálvleiksstøðuna 13-14. VÍF var annars á odda, tá eitt gott korter var eftir, men útiliðið var betri seinastu løtuna.

Neistin tók ímóti H71, sum vann steypakappingina í fjør, og heimaliðið vann 30-27. Støðan í steðginum var 16-14. Eitt skifti í seinna hálvleiki var Neistin frammanfyri við sjey málum, men H71 fekk minkað um munin til trý.

 

Stórur spenningur hjá monnunum

KÍF vann eina spennandi og málfátæka hálvfinalu ímóti Neistanum í Havn. Dysturin endaði 20-19 eftir hálvleiksstøðuna 8-8. Hjá Neistanum darvaði tað, at Erik Karlsson fekk reytt kort longu eftir eitt korter.

Mikukvøldið vann VÍF við einum málið á Kyndli í Havn. Dysturin endaði 25-24 til vestmenningar.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar um vikuskiftið. VÍF og Kyndil spæla í Vestmanna leygardagin. Sunnudagin spæla KÍF og Neistin í Kollafirði. 

Hjá kvinnunum eru báðir returdystirnir sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473