Bill farin upp í Fólkaflokkin

Bill farin upp í Fólkaflokkin
Bill Justinussen, sum fyri 30 árum síðani var við til at stovna Miðflokkin, og bæði hevur verið løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri flokkin, er nú farin upp í Fólkaflokkin.
Bill Justinussen hevur í vikuni teknað seg sum lim í Eysturoyar fólkafloksfelag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.02.2024 - 12:16

 

Bill Justinussen, ið gjørdist ov stuttur á løgtingsvalinum í desembur í 2022, sigur brotið við Miðflokkin vera hent í virðing og sóma frá báðum pørtum.

Hann sigur seg hava ásannað, at hann er ov borgarligur til Miðflokkin, og nú hann ikki longur er tingmaður, heldur hann ikki, at eitt floksskifti skaðar Miðflokkin.

- Eg eri sera samdur við stevnuskrá Fólkafloksins. Góður, borgarligur politikkur byggir land og førir land okkara framá, sigur nú fyrrverandi miðfloksmaðurin við Vágaportalin, ið ber hesi tíðindi.

Bill Justinussen, ið sat sum landsstýrismaður fyri Miðflokkin frá 2002 til 2004, og sum tingmaður frá 2004 til 2022, hevur í vikuni teknað seg sum lim í Eysturoyar fólkafloksfelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688