Bóndafelagið og Óðalsfelagið skipa fyri fundi um gongd í haga

Bóndafelagið og Óðalsfelagið skipa fyri fundi um gongd í haga
Fundurin verður í Klaksvík í kvøld
Bøndur og óðalsfólk eru hart ímóti uppskotinum hjá landsstýrismanninum um gongd í haga. (Savnsmynd)
 
12.02.2024 - 12:25

Varpið í Klaksvík verður í kvøld karmur um ein fund, sum Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag skipa fyri.

Lógaruppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrimanni í vinnumálum, um gongd í haga er til hoyringar í løtuni.

Uppskotið er fallið festarum og óðalsfólki so  nógv fyri bróstið, at limir í Bóndafelagnum og í Óðalsfelagnum verða bidnir um at møta fjølment til tiltakið í kvøld, sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum. 

 

Sigert Patursson er formaður í Bóndafelagnum.

 

Fundurin verður skipaður soleiðis, at tey sum møta, sleppa at siga sína meining um lógaruppskotið um gongd í haga.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12022024_Gongd_i_haga


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655