Hóttir við ikki at verja Nato-lond, sum ikki gjalda

Hóttir við ikki at verja Nato-lond, sum ikki gjalda
Donald Trump var bersøgin á einum veljarafundi í South Carolina. Nato-aðalskrivarin sigur, at slíkar útsagnir máa undan trygdini
Donald Trump, sum roynir at gerast republikanskt forsetavalevni, var bersøgin á valfundi í South Carolina um vikuskiftið
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.02.2024 - 10:21

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í verjusamgonguni Nato, sigur, at hann væntar, at USA framhaldandi verður sterkur og virkin Nato-sameindur, sama hvør vinnur amerikanska forsetavalið.

Tað skrivar NRK.

Stoltenberg sigur hetta, eftir at Donald Trump, sum vil gerast forstavalevni hjá republikanarum, á veljarafundi í SouthCarolina um vikuskiftið loypti hvøkk á summi, tá ið hann greiddi frá vantandi vilja sínum at verja lond, sum ikki hava rinda nóg mikið til Nato.

Fyrrverandi forsetin greiddi frá, at ein 'fyrrverandi forseti í einum stórum landi' skal hava spurt Trump, um USA fer at verja tey fyri russiskari innrás, um tey ikki rinda Nato nóg mikið av peningi?

 

Hevði ikki vart tykkum

- Tit hava ikki rindað, og eru afturút í gjaldi? Ja, svarar hin. Nei, eg hevði ikki vart tykkum. Eg hevði satt at siga heitt á Russland um at gera, hvat hundin tey vilja. Tit mugu rinda. Tit mugu rinda tykkara rokningar. Og so streymaði peningur inn', endurgav Trump á veljarafundinum.

Trump vildi hvørki siga, hvønn forseta ella í hvørjum landi, hetta prátið var.

 

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Máar undan trygdini

Jens Stoltenberg, aðalskrivari, er greiður í sínum boðum til USA:

- Ein og hvør ábending frá sameindum, um at tey ikki vilja verja hvønn annan, máar undan trygdini hjá øllum - eisini hjá USA, og setur amerikanskar og evropiskar hermenn í størri vanda. Sama hvør vinnur forsetavalið, so vænti eg, at USA verður sterkur og virkin Nato-sameindur, sigur Jens Stoltenberg, sambært NRK.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump hevur funnist at verjusamgonguni. Hann hevur fleiri ferðir víst á, at USA rindar meira til samgonguna enn hini londini, og hann hevur fleiri ferðir hótt við at taka USA úr Nato.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. oktober
Andarblak - Proclaim
181899
Hósdag 10. oktober
Brot úr Føroya søgu
181882
Hósdag 10. oktober
Breddin: Polarisering
181877
Hósdag 10. oktober
Góðan morgun Føroyar
181872
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181821
Týsdag 8. oktober
Veðrið
181809
Týsdag 8. oktober
Hvør býr her? (2:4)
180891
Týsdag 8. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181779
Mánadag 7. oktober
3-2 (7. oktober 2024)
181765