Tekjan á langhylinum fekk skaða í illveðrinum

Tekjan á langhylinum fekk skaða í illveðrinum
Ábøtur er gjørdar, og nýtt tilfar er bílagt til umvælingina
Nýggi langhylurin í Havn skal eftir ætlan verða liðugur fyri summarfrítíðina.
 
13.02.2024 - 13:47

Tekjan á langhylinum í Gundadali í Havn fekk skaða í illveðrinum í síðstu viku.

Takpappið loysnaði, og nakað av bjálving á vestursíðuni fór í vindinum.

Ábøtur er gjørdar, og nýtt tilfar er bílagt til umvælingina. Hetta ávirkar tó ikki arbeiðið aðrastaðni í høllini.

Tað er ikki endaliga greitt, hvussu stóran skaða bygningurin hevur fingið, sigur Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari fyri langhylin hjá Tórshavnar kommunu, sum bíðar eftir, at tryggingin hevur sýnað skaðan.

Tí ber heldur ikki til at siga, um tíðarætlanin heldur, sum sigur, at langhylurin verður liðugur beint eftir summarfrítíðina, sigur Bergur Rask Olsen, verkætlanarleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860