Á Breddanum: Forsetaval í USA

Á Breddanum: Forsetaval í USA
Høvuðsnøvnini eru væl kend, men eru aðrir avbjóðarar, hvussu verður valstríðið, og hvørjar verða avleiðingarnar, verður spurt í sendingini
Alt bendir á, at Joe Biden og Donald Trump fara at kappast um forsetasessin í Hvítu húsunum í heyst.
 
16.02.2024 - 09:19

Ein lítil helvt av heimsins íbúgvum í fleiri enn 60 londum fer í hesum árinum at seta politisku kósina fyri næstu árini. Og ongastaðni man tað fáa so stórar avleiðingar sum í USA.

Tí nú Joe Biden situr á fjórða ári í forsetasessinum, er valstríðið hinumegin hav byrjað, og tað smittar av í restini av heiminum.

Høvuðsnøvnini bæði eru væl kend, men eru aðrir avbjóðarar, hvussu verður valstríðið, og hvørjar verða avleiðingarnar?

Sendingin í dag er um amerikanska forsetavalið.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655