Handilsflotin má fáa betri marknaðaratgongd

Handilsflotin má fáa betri marknaðaratgongd
Brúk er fyri tvískattaavtalum og loyvi at sigla millum støð í einum øðrum landi enn Føroyum
Farmaskip hjá Smyril Line. Reiðarafelagið fyri farmaskip sigur, at ringt er fáa skikkað fólk til skipini, so sum fulltiknar dekkarar og kokkar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen9
 
19.02.2024 - 08:13

Skal føroyski handilsflotin vaksa, má marknaðaratgongdin verða betri. 

Millum annað er brúk fyri tvískattaavtalum og loyvi til at sigla millum støð í einum øðrum landi enn Føroyum.

Tað sigur Reiðarafelagið fyri farmaskip í ársfrágreiðingini fyri 2023.

Felagið er til reiðar at hjálpa landsstýrinum við at fáa hetta í lag.Talan er um raðfesting og vilja at fara undir arbeiðið, sigur felagið.

 

Ringt at fáa skikkað fólk

Reiðarafelagið fyri farmaskip sigur, at ringt er fáa skikkað fólk til skipini, so sum fulltiknar dekkarar og kokkar. 

Felagið vónar, at landsstýrið tekur hesa avbjóðingar í álvara við at gera smávegis tillagingar í  lógarverkinum og endurskoða nakrar treytir fyri útlendsk starvsfólk. 

Tá virka føroysk handilsskip undir somu treytum sum kappingarneytarnir, sigur felagið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744