- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politisk gjógv millum kynini
Politisk gjógv millum kynini
Í Føroyum er ein politisk gjógv millum kynini. Kvinnur eru vinstrasinnaðar og menn eru høgrasinnaðir, tað vísa kanningar frá greiningarfyritøkuni Lóður

Kvinnur eru vinstrasinnaðar og menn eru høgrasinnaðir, tað vísa kanningar frá greiningarfyritøkuni Lóður.
Mynd: Savn
20.02.2024 - 18:37
Á hesum økinum líkjast vit hinum Norðurlondunum.
Kortini eru ungar kvinnur meira konservativar enn tær eldru kvinnurnar, og tað er serligt fyri Føroyar, sigur Heri á Rógvi, sum hevur ábyrgdina av Lóður.
Men hetta úrslitið kemur ikki óvart á stjórnmálafrøðingin, Regin Berg, sum vísur á fleiri viðurskifti, sum kunnu forklára, hvi ungar kvinnur í Føroyum eru meira konservatiar enn kvinnur úr øðrum Norðurlondum.
Tann politiska gjógvin millum menn og kvinnur varð eisini staðfest í Javnstøðukanningini, sum Fróðskaparsetrið gjørdi í fjør, sigur Erika Hayfield, Ph.d., og lektari í samfelagsvísindum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum
1655897
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























