Russland, Kina og Iran størsta hóttanin móti Svøríki

Russland, Kina og Iran størsta hóttanin móti Svøríki
Svenska trygdarløgreglan hevur lagt fram frágreiðing um trygdarstøðu landsins
Frederik Hallström, ovasti í svensku verjuni. (Savnsmynd: TT)
 
21.02.2024 - 11:10

Hóttanir frá fremmandum valdi, eitt nú Russlandi og víðgongdum harðskapsfólki, eru veruleiki í Svøríki.

Tað ávarar svenska trygdarløgreglan Säpo, sum legði ársfrágreiðing fram á tíðindafundi í dag.

Torføra trygdarstøðan fer at halda fram í langa tíð, sigur Säpo um støðumyndina fyri 2023 og 2024, og hóttanirnar eru vorðnar álvarsamari, síðani seinsta frágreiðing var løgd fram.

Í frágreiðingini leggur Säpo dent á, at Russland, men eisin Kina og Iran, eru størsta trygdarhóttan móti Svøriki. 

Sambært Säpo samstarva hesi trý lond við hvørt annað.

- Hóttanirnar móti Svøríki eru samansettar. Vit síggja, at fremmant vald og víðgongdir harðskapsmenn hava ein atburð, sum ger, at hóttanirnar renna saman og gerast sterkari, sigur Frederik Hallström, ovasti hjá svensku verjuni:

 

21022024__Svoriki_og_trygdarstoda

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961