Fýra fólk deyð í eldi í háhúsum í Spania

Fýra fólk deyð í eldi í háhúsum í Spania
Bygningurin, sum eldur kom í, var í 14 hæddum, og umleið 500 fólk búðu í 138 íbúðum
Eldurin breiddi seg skjótt um allan bygningin. Sløkkiliðið hevur fingið hjálp frá herinum at basa eldinum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.02.2024 - 08:45

Eldur kom seinnapartin í gjár í eini háhús í Valencia í Spania. 

Higartil eru fýra fólk deyð av eldinum, 14 hava fingið skaða, og 19 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Bygningurin, sum eldur kom í, var í 14 hæddum, og umleið 500 fólk búðu í 138 íbúðum.

Eldur kom í um hálvgum seks tíðina í gjárkvøldið, og longu ein hálvan tíma seinni hevði eldurin breitt seg um allan bygningin, skrivar dagblaðið El País.

Eldur kom eisini í ein grannabygning.

Torført er at fáa tamarhald á eldinum, og sløkkiliðið hevur fingið hjálp frá herinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655