Fleira enn 10 milliónir ukrainar flýddir

Fleira enn 10 milliónir ukrainar flýddir
Fleiri enn 10 mió ukrainar hava verið noyddir at flýggja undan krígnum, síðani Russland gjørdi innrás fyri tveimum árum síðani
Nógvir ukrainar, ið eru flóttar aðrastaðni, ætla ikki heimaftur.
 
25.02.2024 - 13:45

Tað vísir ein uppgerð hjá ST flóttafólkastovinum, UNHCR.

3,7 milliónir fólk eru flýdd til onnur støð í Ukraina, meðan 6,5 milliónir ukrainar eru flýddir av landinum, í høvuðsheitum til onnur evropeisk lond.

Í 2021, also áðrenn russisku innrásina, búðu góð 43 milliónir fólk í Ukraina.



60% ætla ikki heimaftur

Av teimum, sum eru flýdd til Danmarkar, eru tað fleiri enn 60 prosent, sum ikki ætla sær aftur til Ukraina, tá kríggið er liðugt.

Tað vísir ein kanning hjá stovninum fyri sálarfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn, sum TV2 endurgevur.

Gott 30.000 ukrainsk flóttafólk eru komin til Danmark, síðani Russland fór inn í Ukraina.

Ukrainsku flóttafólkini í Danmark hava fyribils uppihaldsloyvi til í mars komandi ár.

Mette Blauenfeldt, leiðari fyri vitan og menning hjá donsku Flóttafólkahjálpini sigur, at bæði serfrøðingar og flóttafólkini sjálvi høvdu vónað, at tey bert skuldu vera flóttafólk í stutta tíð, men at tey longu nú hava verið nógv longri enn vónað.

Tí eru mong farin at missa vónina um at sleppa heimaftur, samstundis sum tey ikki vita, hvat tey fara heimaftur til.

Men hetta er bert enn ein stúran hjá flóttafólkunum, tí tað er framvegis ósannlíkt, at tey sleppa at vera verandi, tá fyribils uppihaldsloyvi gongur út komandi ár, skrivar TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025