Eingin skipað gransking

Eingin skipað gransking
Ein savnað og skipað gransking um, hvussu alivinnan ávirkar vistfrøði og fiskastovnar, er ikki gjørd
Eingin skipað gransking sigur, hvussu aling ávirkar vistfrøðina.
 
01.03.2024 - 07:09

Ein savnað og skipað gransking um, hvussu alivinnan ávirkar vistfrøði og fiskastovnar, er ikki gjørd.

Men landsstýrið ætlar at gera hesa gransking og kanningar.

- Eg havi saman við landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum tikið stig til at savna nakrar av teimum stovnum og fakfólki, sum saman kunnu gera slíkar kanningar og gransking.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu, sum spurdi um vinnulig umhvørvisárin í føroysku vistskipanini.

Landsstýrismaðurin sigur, at í lógini um tøkugjald var í fjør sett sum mál, at eitt prosent av tøkugjaldinum skal árliga fara til gransking og vitan.

Ein verkætlan, sum beinleiðis arbeiðir við árinini frá alivirkseminum á onnur fiskasløg, er sjósílaverkætlanin, sum byrjaði í 2019.

Havbúnaðarfelagið fíggjar ta verkætlanina.

Firum ger arbeiðið. 

Lítið granskað 

Høgni Hoydal sigur, at hóast nógv er granskað, er lítið granskað á summum økjum. 

Millum annað, um alingin hevur neilig árin á upsastovnin.

Men júst tað verður kannað í næstum, sigur landsstýrismaðurin. 

Hann sigur eisini, at skipaðar yvirvøkukanningar um mótstøðuføri fyri laksalús vera honum kunnugt ikki gjørdar. 

Og lítil vitan er um, hvussu nógv ljósini í aliringunum draga at sær djóraæti, ungfisk og yngul hjá øðrum fiskasløgum, stendur eisini í svarinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890