Flogfarið hjá FarCargo komið til Føroya

Flogfarið hjá FarCargo komið til Føroya
Flogfarið skal flyta laks hjá Bakkafrosti til USA
Hesa myndina tók Bjarni Árting Rubeksen fyri løtu síðani, tá flogfarið hjá FarCargo fleyg yvir Vágum, áðrenn tað setti seg á flogvøllinum.
 
04.03.2024 - 16:15

Farmaflogfarið hjá FarCargo er komið sína fyrstu ferð í Vágar.

Tað er komið úr Keypmannahavn, har tað er skrásett í svensku flogskránni.

Flogfarið er av slagnum Boeing 757-200, og tað tekur 34 tons av fami.

Flogfarið skal flyta laks hjá Bakkafrosti til USA.

Flogið verður um Keflavík í Íslandi til Newark í New Jersey. Á heimleiðini millumlendir flogfarið í Billund í Danmark.

Í løtunu telur flogmanningin hjá FarCargo átta fólk, men felagið upplýsir, at í næstum verða fleiri stýrimenn og flogteknikarar settir í starv.

Meiri verður at frætta í Degi og viku í kvøld.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890