- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnulandsliðið í fótbólti: Í bólki saman við fleiri kenningum
Grikkaland, Montenegro og Andorra komu úr bollanum saman við Føroyum, tá lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá kvinnum var seinnapartin.
Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum spældi tveir venjingardystir ímóti Andorra í 2022, og vann báðar. Í 2015 gekk uppaftur betur á heimavølli ímóti Andorra. Tá vunnu Føroyar heili 8-0 ímóti lítla fjallalandinum.
Í fjør var fyrsta Nations League-kappingin fyri kvinnur, og Føroyar vóru í bólki saman við Montenegro. Føroysku kvinnurnar taptu tepurt 1-0 á heimavølli, men í returdystinum á útivølli endaði tað við 9-0 stórtapi.
Føroyar og Grikkaland ikki spælt ímóti hvørjum øðrum enn.
Liðini spæla ímóti hvørjum øðrum á heima- og útivølli frá apríl til juli.
Nýggjur leistur
Komandi undankappingin verður spæld eftir nýggjum leisti.
Føroyar eru í C-deildini. Bert lið í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í endaspælið, sum verður í Sveis í 2025.
Í deild B og C kunnu liðini bert spæla seg til endaspælið umvegis tvey playoff-umfør, sum verða í heyst. Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tvey'ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti liðunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini.
Vinnararnir fara víðari til 2. playoff umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lið spæla seg í endaspælið umvegis playoff.