Lønir til løgtingsfólk: Uppskotið verður lagt fram í morgin

Lønir til løgtingsfólk: Uppskotið verður lagt fram í morgin
Málið fær fyrstu viðgerð seinni í hesum mánaðinum
Forkvinnan í løgtinginum fekk hálvan februar tilmæli frá einum arbeiðsbólki um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólki. Henda myndin er frá framløguni av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2024 - 10:12

Í morgin er formansskapurin í løgtinginum at leggja fram uppskot um eftirløn og samsýning til løgtingsfólk.

Hálvan februar legði ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt uppskot um nýggja lønarskipan til løgtingsfólk, fram álit um broytingar í samsýningum og eftirlønum.

Formansskapurin hevur viðgjørt tilmælið hjá arbeiðsbólkinum, sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna:
 

06032024_Lonir_og_logtingsfolk

 

 

Størstu broytingarnar eru, sambært álitinum hjá óhefta arbeiðsbólkinum, at lønin hækkar slakar 7.000 krónur - úr stívum 46.000 upp í 53.000 krónur.  

Samstundis verður skattafría kostnaðarendurgjaldið, sum er 2.000 krónur um mánaðin, strikað, og eftirlønin verður broytt til 15 prosent, soleiðis at hon svarar til skipanir, sum eru galdandi á arbeiðsmarknaðinum. 

Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður seinni í hesum mánaðinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860