ECB: Leiðandi rentan verður óbroytt

ECB: Leiðandi rentan verður óbroytt
Tað er fjórðu ferð á rað, at ECB ikki hækkar rentuna
Evropeiski miðbankin hevur gjørt av, at rentan verður óbroytt, fýra prosent. (Savnsmynd)
 
07.03.2024 - 15:36

Evropeiski miðbankin heldur fast um leiðandi rentuna upp á fýra prosent.

Tað er fjórðu ferð á rað, at ECB ikki hækkar rentuna. Seinast var í januar.

- Dagsins tíðindi frá ECB, um at leiðandi rentan verður óbroytt, er júst sum vit væntaðu. Sostatt verða ikki størri inntriv á rentumarknaðinum, sigur Tore Stramer, búskaparfrøðingur, í Dansk Erhverv, sambært Ritzau.

So hvørt sum Evropeiski miðbankin hevur hækkað rentuna, hevur dansk tjóðbankini eisini hækkað rentuna. Tí hava vit sæð saman mynstur í føroysku peningastovnunum. 

Tíggju ferðir hevur Evopeiski miðbankin boðað frá rentuhækkingum.

Fyrstu ferð var í juli 2022, tá ECB hækkaði rentuna fyri fyrstu ferð í 11 ár, og seinast var í september í fjør. 

Eftir fleiri ár við rentuhækkingum, orsakað av inflatión í samfelagnum, er sannlíkt, at rentan fer at lækka aftur í næstum, segði Malan Johansen, landsbankastjóri, við útvarpið í februar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815