Eingin lønarhækking til løgtingsfólk, men eftirlønin verður broytt

Eingin lønarhækking til løgtingsfólk, men eftirlønin verður broytt
Bara trý í formansskapinum hava lagt uppskotið fram. Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttur hevur ikki skrivað undir uppskotið
Bjørt Samuelsen, forkvinna í løgtinginum, og Jóhannis Joensen og Johan Dahl í formansskapinum hava lagt uppskotið fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2024 - 14:13

Bjørt Samuelsen, forkvinna, Jóhannis Joensen og Johan Dahl í formansskapinum í løgtinginum taka ikki undir við tilmælinum frá arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt tilmæli um samsýningar og eftirlønarviðurskifti hjá løgtingsfólkum, um at hækka mánaðarlønina hjá tingfólki.

Arbeiðsbólkurin mælti at hækka lønina tveir lønarflokkar, úr góðum 46.000 kr. upp í 53.000 kr. um mánaðin, samstundis sum skattafría kostnaðarískoytið verður tikið av.

Bjørt Samuelsen, Jóhannis Joensen og Johan Dahl halda tað vera rættast, sum støðan er, ikki mæla til at broyta mánaðarlønina hjá tingfólki. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini er í formansskapinum, er ikki við at leggja uppskotið fram.

Hon sigur við Kringvarpið, at arbeiðsbólkurin var biðin um at gera eitt uppskot um lønar- og eftirlønarviðurskifti hjá tingfólki, 

Tí átti tilmælið frá arbeiðsbólkinum at verið lagt fram óbroytt, ella átti arbeiðbólkurin at verið biðin um at gera nýtt uppskot, sigur hon. 

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur situr eisini í formansskapinum, men hon er ikki við í uppskotinum, sum nú er lagt fyri tingið. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggj pensjónsskipan

Hinvegin taka tey trý, sum hava lagt uppskoið fram, undir við tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum at fara frá tænastumannalíknandi eftirlønarskipanini til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda pensjónsskipan.

Tey siga í viðmerkingunum til uppskotið, at undirtøka var ikki í øllum flokkum at leggja alt tilmælið frá arbeiðsbólkinum fram, men rímiliga stór undirtøka var fyri at broyta pensjónsskipanina.

Mælt verður til, at ein grein 25 nevnd við umboðum úr øllum flokkum verður sett at viðgera uppskotið. 

Nýggja lønar- og eftirlønarskipanin hjá tingfólkum kemur ikki í gildi fyrr enn eftir næsta løgtingsval. 

Les alt uppskotið her.

Hoyr samrøðu, sum Emil Lisberg Jacobsen gjørdi við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu:

 

07032024_Bjort_Samuelsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860