Ikki undirtøka fyri at marka meira barsilsfarloyvi til pápan

Ikki undirtøka fyri at marka meira barsilsfarloyvi til pápan
Kvinnur í Føroyum fáa 34 prosent minni í løn enn menn, eftir at tær hava fingið sítt fyrsta barn
Ingilín D. Strøm er landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum. (Savnsmynd)
 
08.03.2024 - 13:22

Politisk undirtøka er ikki fyri at marka meira av barsilsfarloyvinum til pápan, men ein smidligari barsilsskipan er á veg, sum skal gera tað lættari hjá foreldrunum at leggja tíðina til rættis, sigur Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.

Hon var í Breddanum fyrrapartin:

 

08032024_Ingilin_um_barsil

 

Kvinnur í Føroyum fáa 34 prosent minni í løn enn menn, eftir at tær hava fingið sítt fyrsta barn. Broytingin hendir eftir fyrsta barnið, og orsøkin er millum annað, at nógvar kvinnur fara í barsil og arbeiða niðursetta tíð eftir tað.

Sostatt er barsilsfarloyvið ein stór orsøk til stóra lønarmunin millum kvinnur og menn í Føroyum og grannalondum okkara.

Allur Breddin kann hoyrast her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860