- Tíðindi, mentan og ítróttur
FMA 2024: "ja/nei - og restin av vikuni" hjá Daniu er ársins útgáva
Skriftin hevur staðið vegginum: 2023 hevur verið árið hjá Daniu O. Tausen.
Pláta hennara "ja/nei - og restin av vikuni", sum bleiv útgivin við einari stórari útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, hevur gingið eina sigursgongd, og sangirnir á plátuni eru tráðspældir í útvarpinum.
"ja/nei - og restin av vikun" fekk eisini toppkarakter, tá hon var ummæld í Kvørnini í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Í kvøld var hetta eisini staðfest á Faroese Music Awards (FMA), tá Dania O. Tausen vann FMA-heiðurslønina fyri at hava gjørt "Ársins útgávu" fyri "ja/nei - og restin av vikuni".
Um ársins útgávu
"ja/nei - og restin av vikuni" er onnur heildarútgávuni hjá 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen.
Á plátuni eru 13 sangir á føroyskum máli, sum eru skrivaðir, tiknir upp og framleiddir í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson. Dania hevur skrivað flest allar tekstirnar sjálv.
Sangirnir snúgva seg um gerandishendingar sum arbeiði, at ganga til handils og ferðast, og hvussu hesar vanligu hendingarnar føra okkum út í støður, ið snúgva seg um nógv størri mál í lívinum.
Plátan er skift sundur í eina ja-síðu og eina nei-síðu, og tá hon eisini ber heitið "restin av vikuni", so er tað fyri at vísa á, at lívið ikki bara er svart og hvítt, ja og nei, men har er eisini nógv grátt, kanska.
Dania átti flestar tilnevningar
Dania O. Tausen átti eisini flestu FMA-tilnevningarnar, tí umframt at vera tilnevnd til at vinna fyri at hava gjørt ársins útgávu, so var sangurin hjá Daniu, "kann eg hava armin soleiðis her", eisini millum sangirnar, sum vóru tilnevndir til ársins sang.
Harumframt var Dania eisini tilnevnd til eina FMA fyri "Ársins myndlistarligi samleika". Dania legði eisini nógv arbeiði í samleikan hjá plátuni. Dania pakkaði millum annað allar fløgurnar inn við hond, og so gjørdi hon eisini ein tónleikastuttfilm í sambandi við útgávuna.
FMA-vinnarar
12 heiðurslønir vera latnar til ársins FMA. Higartil eru 11 heiðurslønir latnar.
Ársins klassiski heiður: Kristina Thede Johansen
Ársins spíri: SUPERVISJÓN
Ársins tónasmiður: Tróndur Bogason
Ársins tónleikari: Per Ingvaldur Højgaard Petersen
Ársins myndlistarligi samleiki: Brimheim
Ársins sangur: "Literally Everything" - Brimheim
Ársins tekstur: "Rúm" - Hans Jákup Kollslíð (Marius Ziska)
Ársins útflutningsheiður: Plátufelagið Tutl
Ársins átak: Summartónar Festivalurin
Ársins serútgáva: "...eftir" - Klingra
Ársins útgáva: "ja/nei - og restin av vikuni"