Eingin møguleiki at kappast við Noreg og Ísland í India

Eingin møguleiki at kappast við Noreg og Ísland í India
Føroyskar fyritøkur noyðast at rinda 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur, men allar tollforðingar hjá EFTA-londum á indiska marknaðinum verða burtur um nøkur ár
Vinnuhúsið vísir á, at eingir møguleikar eru hjá føroyskum fiskaútflytarum at kappast á jøvnum føti við eitt nú Ísland og Noreg á indiska marknaðinum. (Savnsmynd)
 
13.03.2024 - 08:56

Møguleikarnir hjá føroyskum fiskaútflutningsfyritøkum at taka kappingina upp í India við norsku og íslendsku kappingarneytarnar eru um at minka niður einki.

Tað sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi.

Nýggi handilssáttmálin millum India og EFTA, har Noreg og Ísland eru limir, hevur við sær, at tollurin á flest øllum útflutningsvørum úr EFTA-londum hvørvur heilt næstu árini.

Vinnuhúsið vísir á, at hetta eisini er galdandi fyri laks, makrel og tosk, har tollurin verður burtur næstu fimm til sjey árini.

Hinvegin mugu føroyskar fyritøkur framvegis rinda okkurt um 30 prosent í tolli fyri flestu fiskavørur, sum tær vilja útflyta til India.

India er fólkaríkasta land í heiminum og hevur heimsins fimta størsta búskap.

Við nýggja handilssátmálanum millum India og EFTA ber ikki til hjá føroyskum fiskaútflytarum at kappast á jøvnum føti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809