Landsstýriskvinnan: SEV ikki biðið um at góðkenna prísbroyting

Landsstýriskvinnan: SEV ikki biðið um at góðkenna prísbroyting
Avsláttur og mvg-afturbering kunnu ikki samanberast, sigur Ingilín D. Strøm í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann
SEV ætlar at strika avslátturin í streymprísinum, tí landið fer at taka mvg-afturberingina til grønar orkuloysnir av í stigum næstu árini. (Savnsmynd)
 
13.03.2024 - 14:13

- SEV hevur ikki formliga sett fram nakað ynski um at taka avslátturin av, ella biðið Elveitingareftirlitið um at góðkenna prísbroyting.

Tað sigur Ingilín D Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, í svari til Erling Eidesgaard, løgtingsmann, sum spurdi um ætlanina hjá SEV at strika avslátturin til hitapumpur og elbilar.

Landsstýriskvinnan vísir á, at í ársfrásøgnini hjá SEV verður víst til, at orsøkin til at avtaka avslátturin, er at mvg-afturberingin fyri hitapumpur fram móti 2028 verður tikin av.

Men hetta heldur landsstýriskvinnan ikki kann samanberast.

- Mvg-afturberingin er ein afturbering fyri íløguna, ið verður gjørd, tá hon verður gjørd. Skipanin við avsláttinum hinvegin tryggjar eina sparing yvir livitíðina av tí útgerð, sum er keypt.  Slík útgerð hevur vanliga væl yvir 10 ára livitíð, sigur Ingilín D. Strøm í svarinum til Erling Eidesgaard.

Les spurningin og svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327