Báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum

Báðir partar tóku undir við semingsuppskotinum
Nýggjur sáttmáli er gjørdur fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk
Per Martin Gregersen, formaður í KAF, og Annfinngur Garðalíð, formaður í FSN, tá teir høvdu skrivað undir nýggja sáttmálan.
Mynd: KAF  
 
14.03.2024 - 16:08

Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Skipara- og navigatørfelagið hava gjørt nýggjan sáttmála fyri havnarmeistarar og havnarumsjónarfólk,

Semingsstovnurin handaði fyrrapartin KAF og FSN semingsuppskot, sum báðir partar tóku undir við.

Sáttmálin er galdandi í trý ár, frá 2022.

1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 prosent, 1. oktober 2023 er hækkingin 4,2 prosent, og 1. oktober ár hækkar lønin 4,75 prosent.

Dagføringar eru eisini gjørdar í sáttmálanum um barsil og eftirløn.

Haraftrat er avtalað protokollat millum partarnar, sum hevur til endamáls at meta um starvsheitini eftir innihaldinum í starvinum og krøv, sum sett verða til førleikarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688