BankNordik fer nú aftur at eita Føroya Banki

BankNordik fer nú aftur at eita Føroya Banki
Tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, siga nevndin og leiðslan í bankanum
BankNordik verður nú aftur Føroya Banki. (Savnsmynd)
 
15.03.2024 - 14:28

BankNordik skiftir navn, og fer nú aftur at eita Føroya Banki.

Tað boðar bankin frá í tíðindaskrivi.

Bankin sigur, at nevnd og leiðsla eru samd um, at tíðin er búgvin til at fara aftur til góða, upprunaliga navnið, og sostatt fer samtakið nú undir eina tilgongd at broyta navnið.

Hóast samtakið í dag boðar frá broytingini, fer navnabroytingin at henda so líðandi.

Til dømis fer BankNordik at standa á gjaldskortum, til kortið gongur út, og kundin fær eitt nýtt gjaldskort. Haraftrat fer Banknordik eisini at standa á skjølum, avtalum, skeltum o.ø., ið sum frá líður verða broytt.

Bankin sigur, at deildin í Grønlandi fer at eita BankNordik enn, men eftir ætlan fær deildin nýtt navn seinni í ár.

Formliga skiftir samtakið og sjálvur bankin navn, meðan dótturfeløgini Trygd, Skyn og NordikLív halda fram við somu nøvnum.

Hóast deildin í Grønlandi broytir navn seinni í ár, verður hon tó partur av Føroya Banka-samtakinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta í Dals kirkju
205639
Leygardag 14. mars
Jambalaja - 140326
205627
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. mars
Andakt
205651
Sunnudag 15. mars
Guðstænasta úr Dals kirkju
205647
Leygardag 14. mars
Trapputing í Suðuroy - teknmálstulkað
205622
Leygardag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205619